Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.09.2026 08:08

Veðrið: Mánadagin 21. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, sum fyrrapartin veksur upp í frískan vind ella hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum 17 m/s, samdrigið og tað fer at regna. Seinnapartin gongur hann vesturum til útsynning og minkar vindin niður í frískan vind ella strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og sum frá líður slítur í, tó okkurt æl ella driv í støðum. Út á kvøldið og í nátt fer aftur at regna. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, smá- ella hálvskýggjað og bert okkurt ælið. Hitin 10 til 13 stig.

Sólarris: 07:06 Sólsetur: 19:31