Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.03.2023 07:08

Allur Skálafjørður vaktur tíðliga í morgun!

Mynd: Bakkafossur (Eysturoyarportalurin)

Tað var kl. 05.55 í morgun, at mest sum allir íbúgvar á Skálafjørðunum vóru vaktir við kaldan dreym. Tað var sum ein kríggsávaring, har ávaringarlúður og ávaringarljós alt blinkaði og larmaði í senn.

Men tíðanbetur var tað, “bert” alarmurin á Bakkafossi, sum liggur við kai í Runavík, sum hevði fingið ein tekniskan feil.

Skiparin á Bakkafossi, Trygvi Petersen, hevur longu verið úti og greitt frá hvat tað var sum hendi. Hann skrivar soleiðis:

“Hey tit í Runavík, sum vóru vakt alt ov tíðliga í morgun.

Sum skipari á Bakkafossi, vil eg biða um umbering fyri alarmin umborð í morgun, sum sikkurt hevur vakt flest øll her úti á leiðini.

Hetta komst av einum tekniskum feili, at alarm skipanin var aktivera. Tíbetur var eingin vandi á ferð.

Vónandi fáa tit ein góðan dag hóast alt.“