Heilsustýrið
Heilsustýrið gevur nú á fyrsta sinni út frágreiðing um cerebrala paresu (CP) í Føroyum. Frágreiðingin vísir, at títtleikin av CP millum børn í Føroyum er lutfalsliga høgur samanborið við onnur háinntøkulond. Tølini eru tó smá, og tí skulu úrslitini tulkast við varsemi.
Endamálið við frágreiðingini er at lýsa støðuna hjá børnum við CP í Føroyum og at skapa eitt betri grundarlag fyri skráseting, uppfylging og fyribyrging.
CP er eitt varandi brek, sum stavar frá einum skaða í heilanum, sum kann koma í móðurlívi, undir føðing ella hjá nýfødda barninum. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar og fevna m.a. um, at barnið er føtt ov tíðliga, bløðing, smáir blóðtøppar, ilttrot ella infektiónir. CP ávirkar rørslu og motorikk, men summi kunnu eisini hava kognitivar avbjóðingar við eitt nú læru, hugsavnan og máli.
Lutfalsliga høgur títtleiki í Føroyum
Frágreiðingin tekur støði í 35 børnum við CP, sum eru fødd í Føroyum í tíðarskeiðnum 2009-2023. og skrásett í CP-skránni hjá Heilsustýrinum. Frágreiðingin lýsir m.a. viðurskifti í sambandi við viðgongutíð, føðing og virkisførleikar hjá børnunum.
Tølini vísa, at í miðal 3,4 av hvørjum 1.000 børnum, sum verða fødd í Føroyum, hava CP. Til samanberingar liggur títtleikin í flestu evropeisku londum liggur vanliga millum 1,5 og 2,5 fyri hvørjar 1.000 føðingar, og í háinntøkulondum, eitt nú Norðurlondum, er miðaltalið um 1,6. Talið í Føroyum er sostatt lutfalsliga høgt. Talan er tó um fáar tilburðir, og frágreiðingin ger onga niðurstøðu um orsøkir til høga títtleikan.
Eins og aðrastaðni vísa føroysku tølini ein samanhang millum CP og lága føðivekt eins og stutta viðgongutíð. Børn, sum verða fødd ov tíðliga, eru sostatt í størri váða fyri at fáa CP enn børn, ið verða fødd til tíðina.
CPUP í Føroyum
Frágreiðingin lýsir eisini arbeiðið við uppfylgingarskipanini, CPUP, í Føroyum. CPUP er eitt amboð, sum verður brúkt til skipað at skráseta og fylgja menningini hjá børnum við CP. Skipanin brúkar flokkingarskipanir, sum fevna um grov- og fínmotorikk, samskifti og førleikar í gerandisdegnum.
Børnini verða mett regluliga hjá fysio- og ergoterapeuti, barnaneurologi og ortopedskurðlækna. Endamálið er millum annað at fylgja menningini hjá barninum og varnast broytingar tíðliga.
Frágreiðingin vísir, at skrásetingarnar í Føroyum ikki altíð eru fullfíggjaðar í Føroyum. Hetta ger tað truplari at fáa eina neyva mynd av støðuni og at fylgja møguligum broytingum í virkisførleikunum hjá barninum.
Tilmæli til avvarðandi partar
– Við frágreiðingini hava vit fingið eitt samlað yvirlit yvir CP-økið í Føroyum. Nú er umráðandi at tryggja eina fasta skráseting, so vit eisini frameftir hava dagførda og álítandi vitan, sigur Noomi O. Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum.
Við støði í úrslitunum verður mælt til at styrkja skráseting, uppfylging og tvørfakligt samstarv á økinum.
1. Tryggja skipaða skráseting av CP-tilburðum
2. Seta ein CPUP-samskipara
3. Økja arbeiðsorkuna innan barnaneurologi og ortopedi
4. Seta kanningaramboðini PEDI og GMFM í verk
5. Tryggja eina skipaða yvirgongd til vaksnamannaheilsuverkið
Víst verður á, at tað hevur alstóran týdning, at føroysk børn hava góð kor í viðgongutíðini og undir føðingini, og tí eigur framhaldandi at verða arbeitt við góðari fyribyrging og dygd í viðgongu-, føði- og neonataltænastunum. Harumframt verður eitt serligt tilmæli lagt afturat um at áseta CPUP sum landsfevnandi skipan eins og í hinum Norðurlondunum, umframt at skipa eitt formligt, tvørfakligt samstarv millum avvarðandi partarnar.
Tað er Heilsustýrið, sum varðar av CP-skránni og gevur út frágreiðingina.
Les frágreiðingina um cerebrala paresu í Føroyum