Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.09.2026 18:00

Kunningarskriv um PISA átøk

Mynd: Mentamálaráðið

Mentamálaráðið

Pisa-kanningin 2025 og átøk landsstýrismansins

PISA-kanningin vísir, at tøvur er á at seta átøk í verk og hyggja nærri at úrslitunum bæði fakligu úrslitunum og tí, sum næmingarnir siga um skúlagongdina, m.a. áhuga, hugsavnan og arbeiðsfrið. PISA-kanningin eigur ikki at verða eitt úrslit, vit tosa um eina tíð og síðani leggja til viks. Málið eigur heldur ikki einans at verða at hækka Pisa-úrslitini. Vit eiga at greina og nýta úrslitini í Pisakanningini sum liður í at menna okkara skúlaskipan, har næmingar trívast, læra, skilja tað, tey lesa og ikki minst taka skúlagongdina í álvara.

Pisa kannar fakligu førleikarnar í náttúruvísindi, støddfrøði og lesing, og hesa ferð var náttúrvísind høvuðsevnið. Úrslitini í seinastu kanningini vísa ávís framstig í náttúruvísindi og støddfrøði, men eina afturgongd í lesing, har tað serliga ger seg galdandi, at tað er rættiliga stórur munur millum lesiførleikan hjá gentum og dreingjum.

Harumframt verður spurt um nógv ymisk viðurskifti kring skúlagongdina, og her siga føroysku næmingarnir m.a., at tað er ófriður í tímunum, at næmingarnir ikki lurta eftir tí, sum lærarin sigur, og at tað gongur drúgv tíð til undirvísingartímin kann byrja. Hesi tøl eru nógv hægri í Føroyum enn í hinum Norðurlondum, sí Pisa-frágreiðingina á síðu 25.

Kanningarúrslit, vit eiga at nýta í eini menningartilgongd

Kanningin vísir, at her eru ymisk viðurskifti bæði faklig, trivnaðarlig og atferðartongd, sum vit mugu hyggja nærri at og finna varandi loysnir fyri.

Lesing er grundarlagið í øllum lærugreinum og ikki bara í føroyskum og í málsligu- og humanistisku lærugreinunum. Lesing er grundarsteinur undir bæði læring, útbúgving, arbeiðslívi og møguleikanum hjá tí einstaka at vera virkin borgari í einum fólkaræðisligum samfelagi. Vit hava eisini aðra kanning í fólkaskúlanum um lesing, Lesivanakanningin frá 2018, sum vísir, at næmingarnir sum heild lesa minni. Hetta er ein avbjóðing, sum skúlin ikki einsamallur megnar at loysa, men eitt øki, har avvarðandi partar eiga at taka felags ábyrgd og finna loysnir. Samstarvið millum skúla og heim er sera umráðandi í arbeiðinum at menna lesiførleikan hjá næmingunum. Eisini er neyðugt, at dagstovnar arbeiða við málmenning, og at myndugleikar og útbúgvingarstovnar veita serkøna ráðgeving, útbúgving og skapa umstøður fyri, at lesiøkið verður raðfest og ment.

Harumframt er sera viðkomandi at hava í huga, at Pisakanningin ikki fylgir námsætlanum í einstøku londunum, men hevur sín egna hugtakskarm, sum OECD hevur ment við atliti at, hvat hildið verður eru neyðugir førleikar hjá teimum ungu at megna í 21. aldar samfelagnum. Tað snýr seg ikki bara um at duga at lesa, men at greina og samanbera tekstir við atliti at finna svar til teir spurningar, sum verða settir í lesiuppgávunum. Hetta er ein arbeiðsháttur, sum ikki er nóg væl mentur í fólkaskúlanum. Ávegis tillagingar eru gjørdar í einstøkum námsætlanum og í undirvísingartilfari. Nám hevur m.a. ment nýtt tilfar bæði í føroyskum og støddfrøði. Í námsætlanini í støddfrøði er modellering ein partur, har næmingarnir í uppgávum læra at umseta spurningar úr gerandislívinum til støddfrøði. Harumframt er verkætlanin, støddfrøði í verki sett í verk. Eisini eru pisa-hugtakskarmarnir í ávísan mun nýttir í arbeiðinum við landsroyndum.

Tað er neyðugt, um vit skulu luttaka í Pisa-kanningum, at bæði lærarar og næmingar kenna fortreytirnar í Pisa-kanningini, og at skúlarnir menna ein greinandi og samanberandi arbeiðshátt, har næmingarnir læra at loysa uppgávur við upplýsingum úr ymsum keldum og hava ognað sær førleikan at skilja, tulka og meta um tað, teir lesa lesa og skulu taka støðu til. Hetta er ikki bara galdandi í eini Pisa-kanning, men er eisini ein arbeiðsháttur, sum verður nýttur bæði í miðnámsútbúgving og hægri útbúgving, ein granskandi arbeiðsháttur. Samstundis er eisini neyðugt at tryggja, at skúlarnir eru kunnaðir um krøv og arbeiðshættir, og at lærarar fáa tilboð um førleikamenning innan ymisk fakøki, so hvørt broytingar eru.

Sum samfelag varða við øll av fólkaskúlanum, har øll børn og ung ganga stóran part av sínum barna- og ungdómsárum. Tað er tí umráðandi, at fólkaskúlin hevur høga raðfesting, og at vit í verki vísa, hvønn týdning læring hevur. Neyðugt er at leggja áherðslu á, hvussu umráðandi tað er at tryggja sosiala samspælið í flokkunum, so at læruumhvørvið ikki verður fylt við líkasælu og órógvi. Ábyrgdin er bæði faklig og námsfrøðilig. Vit eiga at skapa fortreytir fyri, at næmingarnir fáa møguleika at menna sínar mongu førleikar bæði kreativt, fakligt og sosialt. Eitt undirvísingarumhvørvi, har næmingarnir í felagsskapi trívast og hava umstøður at hugsavna seg um læringina.

Málsliga menningin og tilgongdin at ogna sær eitt fjølbroytt orðfeingi byrjar tíðliga í barnaárunum. Orðfeingi og málslig menning eru grundarlag undir lesingini, og tí umráðandi, at átøk eisini verða skipað innan dagstovnaøkið. Somuleiðis er førleikin at duga at luttaka í einum felagsskapi eins umráðandi í skúla sum í dagstovni.

Landsstýrismaðurin hevur tikið stig til ítøkilig átøk

Eftirmetingar eru gjørdar, og skipanir eru settar í verk eftir undanfarnu Pisa- kanningar. Eitt serliga umfatandi átak var gjørt longu eftir Pisa-kanningina í 2006, har fleiri broytingar vórðu gjørdar í fólkaskúlalógini og settar í gildi ávikavist í 2007 og 2009, m.a. var tímatalið í byrjanarundirvísingini hækkað munandi, landsroyndir vórðu settar í verk, grundarlagið undir námsætlanum varð endurskoðað og serlig skipan varð ásett fyri næmingar, ið hava ávísar avbjóðingar. Hesi átøk hava verið liður í menningartilgongdini í fólkaskúlanum, men spurningar verða í dag settir við fleiri av hesum átøkum sum landsroyndir, sertilboð og tímatal. Landsstýrimaðurin gjørdi tí av at tosa við avvarðandi partar og tey, sum hava greinað Pisa-úrslitini, áðrenn umskipan ella broytingar verða gjørdar. Hetta er umráðandi, so átøkini, sum verða sett í verk, byggja á so breiða vitan og fakligt grundarlag, sum til ber.

Fundur við avvarðandi partar

Landsstýrismaðurin hevur savnað partarnar, sum varða av bæði Pisa-kanningini, fólkaskúlanum og lesimenningini sum heild, har dagstovnar eisini eru ein partur í málsligu menningini og sosiala trivnaðinum hjá børnunum. Ein fortreyt fyri hesum arbeiði er, at vit hava eina felags fatan av avbjóðingini og eina greiða ætlan fyri, hvussu vit saman skapa betri karmar fyri lesing, læring, felags luttøku og motiveringini hjá øllum børnum og ungum. Hetta er eitt týdningarmikið stig, men tað er avgerandi, at átøkini verða grundað á vitan og royndir og eftirmett regluliga, so vit vita, um tey veruliga gera mun.

Niðanfyri eru átøk, sum eru umrødd sum partur av menningartilgongdini:

• dagføra lesivanakanningina frá 2018,

• fyrireika eitt breitt lesi- og málátak, har fleiri samfelagspartar luttaka,

• styrkja fakliga lesing og málrættað arbeiði við lesing í hádeild,

• kanna lesing og lesiáhuga hjá dreingjum og tørvin á hóskandi tilfari,

• styrkja málmenningina í dagstovnum og samstarv millum dagstovn og skúla,

• styrkja leiklutin hjá skúlabókasøvnum,

• seta arbeiði í verk at menna arbeiðsfrið, motivatión og næmingaluttøku,

• styrkja fakliga stuðulin til fleirmæltar næmingar,

• greina samsvarið millum PISA-hugtakskarmar, námsætlanir, undirvísingartilfar, landsroyndir og próvtøkur,

• skráseta og nýta hagtøl frá Pisa-kanningum, landsroyndum, próvtøkum fólkaskúlans, trivnaðarkanningum og øðrum viðkomandi keldum,

• styrkja eftirmetingar- og góðskutryggingarskipanir í fólkaskúlanum,

• seta í verk gransking innan lesing, málføri og lesimenning,

• almenn kunning um, hvat PISA mátar, og hvussu úrslitini skulu skiljast.

Øki, sum landsstýrismaðurin hevur sett í verk

Umframt tey menningarøki, sum eru nevnd omanfyri, so hevur landsstýrismaðurin skipað arbeiði innan onnur átaksøki, sum í stóran mun eru raðfest í samgonguskjalinum. Hesi øki eru:

• Lesimenning

Arbeiðsøkið hjá orðblindalærarum og lesivegleiðarum verður lýst sum liður í at seta átøk í verk innan lesing bæði sum lesimenning sum heild og hjá næmingum, sum eru orðblindir ella hava annað lesitarn. Hugt verður eisini eftir skipanini, tímagrundarlagnum og tørvinum á játtan til at menna økið.

• Fartelefonir í skúladegnum

Landsstýrið hevur í samgonguskjalinum sett sær sum mál, at snildfonin skal úr skúlunum. Í sambandi við hetta arbeiði og sum grundarlag undir viðgerðini hevur landsstýrismaðurin í mentamálum kannað fartelefonnýtsluna og skipanina í fólkaskúlunum. Arbeitt verður nærri við hesum tilfari og at gera felags mannagongdir, har fartelefonin ikki verður ein partur av skúladegnum, ætlandi frá 1. januar 2027.

• Sosialir miðlar

Í samgonguskjalinum er ásett, at aldursmark á 15 ár skal setast á sosialar miðlar. Sosialir miðlar og onnur algoritmustýrd talgild umhvørvi fylla alsamt ein størri part av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Samstundis bendir ein vaksandi mongd av altjóða gransking á, at hesi talgildu umhvørvi kunnu hava neilig árin á trivnað, sálarliga heilsu, menning, læring, svøvn, sosial sambond og luttøku í samfelagnum. Við atliti at hesum hevur landsstýrismaðurin sett ein tvørgangandi arbeiðsbólk á embætismannastigi at gera eitt fakligt grundarlag og leggja fram tilmæli í februar 2027 um føroyskar loysnir á økinum.

• Handaverk og list

Átak er sett í verk at menna skapandi lærugreinirnar í fólkaskúlanum bæði viðvíkjandi skipan, tímatali og eftirútbúgving. Smíð, handarbeiði, tónleikur, sangur, tilevning, myndlist og heimkunnleiki eru ikki stórur partur av tímaætlanini í fólkaskúlanum. Hvør lærugreinin er ikki samanhangandi, men verður býtt upp í smærri tíðarskeið hvørt skúlaárið. Umráðandi er at leggja dent á skapandi listarligu læugreinarnar í menningartilgongini hjá børnunum og teimum ungu, so tey fáa møguleika at nýta sínar mongu førleikar.

Arbeiðsbólkur

Landsstýrismaðurin hevur tikið stig til at seta ein arbeiðsbólk, sum skal lata landsstýrimanninum tilmæli um, hvørji átøk eiga verða sett í verk bæði við atliti at Pisa-kanningini og tí umrøðu, sum partarnir hava havt um neyðug átøk fyri at menna bæði fakliga støðið, málføri, trivnað og skúlamentan.

Arbeiðsbólkurin verður breitt samansettur við umboðum frá bæði landi og kommunum, lærara- og Pedagogfelagnum, Foreldrafelagnum Heim og skúli, Námsvísindadeildini, Námi og Undirvísingarstýrinum. Arbeiðsbólkur skal gera eina raðfesting yvir átøkini bæði viðvíkjandi tíðarætlan og kostnaði. Arbeiðsbólkurin fer til verka 1. oktober.