Í gjár var reisigildi hildið fyri nýggju koblingsstøðini hjá SEV í Skálafirði – ein týðandi varði í grøna orkuskiftinum í Føroyum. Tað skrivar SNA (Selmar Nielsen Arkitektur) á heimasíðu síni.
Koblingsstøðin er fyrsti partur av eini størri verkætlan, sum eisini fevnir um eina battarístøð. Byggingin fer fram í stigum, so verandi virksemi kann halda fram. Tá nýggja støðin er liðug, verður virksemið flutt, gamla støðin tikin niður, og battarístøðin bygd.
SNA stendur fyri arkitektaráðgeving, projekteringsleiðslu og HTÚ.