PF Varðin boðar í dag frá, at Bogi Jacobsen og nevndin í P/F Varðin eru komin ásamt um, at Bogi Jacobsen fer frá sum stjóri í felagnum. Bogi Jacobsen hevur verið stjóri í P/F Varðin síðani 2020.
Nevndin ynskir at takka Boga Jacobsen fyri tað stóra arbeiði, hann hevur gjørt fyri felagið.
Fyribils stjóri verður Sámal Joensen, sum er tekniskur leiðari hjá felagnum. Nevndin fer nú í gongd við tilgongdina at finna nýggjan stjóra.
Bogi Jacobsen tók við sum forstjóri í P/F Varðanum tann 1. august 2020. Áðrenn tað var hann stjóri í dótturfelagnum Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Harumframt hevur hann verið nevndarlimur í P/F Varðanum síðan 2014.
Hann er sonur Jákup Jacobsen, vanliga nevndur Dunga-Jákup, sum í mong ár stóð á odda fyri Varðanum.
Í flotanum hjá samtakinum P/F Varðin eru millum annað Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Gøtunes og Tummas T. Varðin eigur eisini í Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sum framleiðir og útflytur uppsjóvarfisk til marknaðir kring heimin.