Dagar og nøvn í álmanakkanum
Cyprianus, doyði 258. Hann var sakførari og lærari í Kartago, men 45 ára gamal gjørdist hann kristin og varð tvey ár seinni valdur til biskup. Skrivaði nógvar lærubøkur og søgubøkur, og handrit hansara eru týdningarmiklar keldur til søguna hjá fornkirkjuni. Varð tikin av døgum undir Valerianus keisara.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð