Tíðindaskriv/Føroya Symfoniorkestur
Týski violinleikarin Antje Weithaas, sum í 2025 fekk heiðurin sum besti instrumentalistur í Týsklandi frá ”OPUS Klassik”, verður solistur til heystkonsertirnar við Føroya Symfoniorkestri.
Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll ávikavist 26. og 27. september kl. 19.30. og kl. 16.00.
”At tað hevur eydnast at fáa Antje Weithaas at spæla við symfoniorkestrinum er heilt fantastiskt. Tað er ikki á hvørjum degi vit fáa slíkar vitjanir. Catherine Larsen-Maguire kennir Antje, og gjøgnum Catherine hava vit fingið samband við hana. Antje Weithaas er av størstu tónleikaligu persónligheitunum í okkara tíð, og vit gleða okkum sera nógv at spæla saman við henni”, sigur orkesturstjórin Hans Petur í Brekkunum.
Violinkonsert – Ludvig van Beethoven
Víðagitna violinkonsertin, er einasta violinkonsert, Beethoven skrivaði. Violinleikarin Franz Clement frumframførdi konsertina í 1806. Frumframførslan eydnaðist ikki væl, og verkið varð ikki spælt aftur fyrr enn í 1844. Tá spældi bert 12 ára gamli evnaríki Joseph Joachim framførdi verkið saman við ”London Philharmonic Society” undir leiðslu av Felix Mendelssohn.
Í dag er violinkonsertin víðagitin.
Symfoni nr. 60 – Joseph Haydn
Tónleikurin var upprunaliga skrivaður í 1774 til skemtileikin Le Distrait – gloymski maðurin eftir franska leikritahøvundin Jean-François Regnard.
Í 1775 umskrivaði Haydn tónleikin til symfoni nr. 60. Tað, ið millum annað er serstakt við verkinum er, at tað er í seks satsum – ein symfoni hevur vanliga fýra satsir.
Sound and Fury – Anna Clyne
Verkið “Sound and Fury” hevur íblástur úr tveimum stórum verkum, Haydn symfoni nr. 60 og Macbeth hjá Shakespeare. “Scottish Chamber Orchestra”, ”Auditorium-Orchestre national de Lyon” og ”Hong Kong Sinfonietta” bíløgdu verkið í felag, og Scottish Chamber Orchestra frumframførdi verkið í 2019 í Edinburgh.
Anna Clyne er fødd í London í 1980. Hon var sjey ára gomul, tá ið hon skrivaði fyrsta verkið.
Hon hevur lisið tónleik á “University of Edinburgh” og á “Manhattan School of Music”.
Dirigentur: Catherine Larsen Maguire (UK)
Solistur: Antje Weithaas (DE)
