Mentamálaráðið
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur tilnevnt nýggjar limir í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan. Nývaldu limirnir hava ikki sitið í ráðnum áður, og fyri fyrstu ferð eru útlendsk umboð eisini við í ráðnum.
Maria Skaalum Petersen er sett sum forkvinna í ráðnum og tekur við eftir Tórheðin Jensen, sum var fyrsti formaður í ráðnum.
Nývaldu limirnir eru tilnevndir frá 2026 til 2030 og eru:
• Maria Skaalum Petersen (forkvinna), professari í heilsugransking og leiðari á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.
• Arne Flåøyen, ph.d., granskingarleiðari og serráðgevi í norsk vetrinerinstitut og fyrrverandi stjóri í NordForsk
• Sólvá Káradóttir Eliasen, ph.d. í oceanografi og granskari á Havstovuni
• Tróndur Møller Sandoy, ph.d. í búskaparfrøði og adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Verandi limir í ráðnum, sum eru tilnevndir frá 2024 til 2028, eru:
• Eyðun Jacobsen, ph.d. í teldufrøði og ráðgevi hjá Klintra
• Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. í umhvørvismálum, og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya
• Gunnvør á Norði, ph.d. í lívfrøði og granskingarráðgevi á Firum
Landsstýrismaðurin ynskir nývaldu limunum blíðan byr í arbeiðinum í ráðnum fyri gransking, menning, og nýskapan, og takkar somuleiðis fráfarandi limum fyri sítt góða íkast, sum tey hava givið granskingarøkinum í Føroyum.