Mentamálaráðið
Bretska stjórnin hevur kunngjørt, at tað nú er gjørligt hjá borgarum í fleiri londum í Evropa, millum annað í Føroyum, at søkja um stuðul til at nema sær eina 1-ára masterútbúgving í Bretlandi.
Stuðulin fevnir um allan kostnað í sambandi við lesturin, t.v.s. lestrargjald, livikostnað og ferðaútreiðslur.
Serligur dentur verður lagdur á evnaríkar umsøkjarar við leiðsluførleikum.
Umsóknarfreistin er 6. oktober 2026 fyri lestrarárið, ið byrjar á heysti 2027.
Les meira um treytir o.a. her The Kingdom of Denmark (Chevening Scholarship) | Chevening.