Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.09.2026 12:23

Nýtt frímerki frá Posta: Skansin

Tíðindaskriv/Posta

Posta hevur givið út eitt nýtt frímerki við Skansanum í Havn. Skansin er eitt av kendastu støðunum í høvuðsstaðnum og hevur eina langa og áhugaverda søgu.

Magnus Heinason bygdi fyrsta skansan í Havn í 1580, eftir at handil hansara varð rændur árið fyri. Eftir fleiri álop varð verjan í Havn styrkt, og í eina tíð vóru tríggir skansar í Havn. Tann Skansin, vit kenna í dag, varð bygdur í 1782. Hann hevði í minsta lagi 20 kanónir, men varð tikin og lagdur í oyði av bretska herskipinum Clio í 1808.

Skansin varð seinni tikin í hernaðarliga nýtslu, og undir seinna heimsbardaga brúktu bretar hann sum høvuðsstøð. Í dag er Skansin friðaður og verður varðveittur sum eitt týðandi fornminni.

Myndina á frímerkinum hevur Andrija Ilic tikið.

Frímerkið er føroyska íkastið til SEPAC-mappuna 2026, sum í ár hevur evnið Iconic Landmarks. Í mappuni eru frímerki frá níggju limalondum í SEPAC – Small European Postal Administrations Cooperation.

Frímerki fáast til keyps á www.stamps.fo og á posthúsum kring landið. Á heimasíðuni ber eisini til at lesa áhugaverdar greinar um føroysk frímerki.

Spjaldur