Lagið var gott í Sarpugerði í morgun, tá ið tann obligatoriska upphitingin til ársins finalu um løgmanssteypið hjá monnum byrjaði.
Sløkkilisbilar, lastbilar og vanligir bilar, fóru koyrandi við ýlið, sangið og fløggum runt í bygdunum í Eysturkommunu og hitaðu bygdfólkið upp til dystin í kvøld.
Ein serligur stemmningur er komin yvir bygdirnar, har tað merkist at fólk eru sera spent til dystin í kvøld.
Myndir: Árni Øregaard/Eysturoyarportalurin































