Fiskamarknaður Føroya
Línuskip: Eitt ísfiskalínuskip er norðanfyri og fiskar mest hýsu og so nakað av toski. Landar miðskeiðis ella síðst í vikuni. Eitt frystilínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er á Flemish Kap og fýra eru við Føroyar. Skipið á Íslandsrygginum fær mest tosk og so nakað av svartkalva. Skipið á Flemish Kap fær mest av toski, meðan skipini við Føroyar er ein blandingur av toski, hýsa, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur tað mesta av vikuni. Veðri verður vánaligt fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni. So tað verður nakað av útróðri síåst í vikuni.