Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.09.2026 08:26

FJORD fyllir 10 ár og bjóðar til føðingardag í Fuglafirði

Mynd: Fjord

Tíðindaskriv/FJORD

Tað eru nú 10 ár síðan FJORD byrjaði sítt  virksemi, og hetta verður hátíðarhildið við einum serligum degi fyltum við góðum tilboðum, tónleiki og hugna fyri alla familjuna.

Leygardagin 5. septermber verður opið hús í handlinum í Fuglafirði frá kl 10:00, har vit bjóða kaffi, te, kaku, sunkist, bomm, ballónir til bæði børn og vaksin.

Klokkan 14.00 verður tónleikur á skránni, tá føroyski country-kongurin Hallur Joensen saman við Jákupi Zachariassen fer at hava ókeypis útikonsert uttanfyri FJORD.

Í samband við 10 ára dagin hevur Fjord eisini góð tilboð í bæði sølubúðini og nethandlinum. 

– Vit eru sera takksom fyri tann stuðul og álit, sum kundar kring landið og uttanlanda hava víst okkum hesi 10 árini. Tí gleða vit okkum at bjóða øllum til ein hugnaligan og festligan dag í Fuglafirði, siga Suffía og Bogi Nón sum standa aftanfyri FJORD.

Sama vikuskiftið eru eisini Mentanardagar í Fuglafirði, og tí verður nógv spennandi at uppliva í býnum.

Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda 10 ára dagin saman við FJORD.

Skrá

Kl. 10.00 – 18.00 • Handilin letur upp
• Kaffi, te, kaku, sunkist, bomm og ballónir allan dagin

Kl. 14.00 • Ókeypis útikonsert við Halli Joensen og Jákupi Zachariassen