Skála Ítróttarfelag skrivar:
Komandi tvey árini verður Suni Ernstsson leikandi málmansvenjari hjá Skála ÍF.
Suni hevði eitt gott kappingarár í 1. deild í fjør, og í ár hevur hann verið partur av einum vælvirkandi málmanstoymi.
Hóast minuttirnir á vøllinum ikki hava verið eins nógvir í ár, hevur Suni stóran týdning fyri góða lagið og samanhaldið í skiftirúminum.
Vit eru fegin um, at Suni hevur átikið sær henda nýggja leiklutin, og at hann framhaldandi verður partur av hópinum.