Runavíkar Havn
Mikudagin 26. august hevði Runavíkar havn vitjan av umboðum frá Landsverki, Føroya Politi og United States Coast Guard.
Endamálið við vitjanini var at styrkja sambandið og samstarvið við føroyskar samstarvspartar í málum, sum hava við USA at gera.
Umboðini frá United States Coast Guard sýndu serligan áhuga fyri amerikonskum ferðafólkum, sum vitja ferðamálini hjá Runavíkar havn við ferðamannaskipum. Talan er bæði um høvuðshavnina, Kongshavn, og bygdirnar Funning, Elduvík, Oyndarfjørð og Rituvík, har ekspeditiónsskip liggja fyri akker, og ferðafólkini verða flutt í land við smábátum.
Gestirnir fingu eina rundferð á havnarøkinum, og av tí at ferðamannaskipið Rotterdam hjá Holland America Line lá við bryggju hendan dagin, høvdu tey eisini høvi at síggja, hvussu trygdarviðurskiftini á kaiøkinum verða skipað, tá ferðamannaskip koma til Runavíkar havn.
Samanlagt 7.102 amerikansk ferðafólk hava vitjað Runavíkar havn higartil í 2026. Og júst hendan dagin vóru umleið 1.200 amerikanskir gestir við Rotterdam