Janus Jensen av Toftum greiðir soleiðis frá um forvitisliga fjøl, sum nú ein dagin kom undan kavi, tá ið arbeiðsmenn vóru í ferð við at umvæla kommunustrivstovuna á Toftum.
Hann skrivar soleiðis:
Ein dagin í seinastu viku kom eg á tal við Aksel Højgaard, sum er partur av teknisku deildini hjá Nes kommunu. Aksel segði fyri mær, at í sambandi við umvælingararbeiði á kommunuskrivstovuni, sum partvís er gamli skúlin á Toftum, vóru teir komnir inn á ein part av upprunaliga vegginum í aðrari skúlastovuni. Tá teir tóku seinastu fjølina í landnyrðingshorninum niður, gjørdust teir varir við, at okkurt var skrivað á fjølina.
Nærri kanningar vístu, at her var skrivað við blekki og vakrari handskrift:
” Treenighedens Aand være hos os, Amen. 15 – 7 – 1895.” ( sí mynd niðanfyri).
Gamli skúlin á Toftum var bygdur í 1895. Smbrt. húsaskránni hjá Tjóðsavninum vóru tað søldfirðingarnir Johan Dávid, Wensil og Jákup Jacobsen, sum stóðu fyri byggingini. Skúlin var vígdur 15. juli 1895 av Evensen, prósti á Nesi. Mest sannlíkt er tí, at omanfyri nevnda áskrift er skrivað sama dag, sum skúlin var vígdur. Vakra handskriftin sigur eisini frá, at tað uttan iva er ein vaksin persónur, sum hevur skrivað hesi orðini sum eina bøn um at andi tríeindarinnar skal hvíla yvir verki skúlans.
Longur niðri á fjølini hómast eisini hesi orðini (sí mynd niðanfyri):
”Ragnfríð Hammer, 14 ár, 1958.”
Hetta er skrivað við vanligum blýanti, og er tí torførari at lesa. Men hóast hetta, so er ongin ivi um, at her er talan um Ragnfríð hjá Honnu og Poul Juul Hammer. Ragnfríð, sum nú eitur Ragnfríð Kannuberg, býr í Runavík. Ragnfríð er fødd 22. sept 1944, og er sostatt 14 ára- gomul í 1958, sum var seinasta árið gamli skúli var nýttur sum skúli.
Eg ringdi til Ragnfríð og spurdi, um hon mintist nakað til hetta, men tað gjørdi hon ikki. Annars greiddi hon mær frá, at hon kundi farið úr skúlanum, tá hon fylti 14 ár í sept. 1958. Men av tí, at hon so fegin vildi sleppa at royna tann nýggja skúlan, sum var tikin í brúk eftir summarsteðgin í 1958, so valdi hon at taka seinasta skúlaárið í nýggja prýðiliga skúlanum, sum var granni til barnaheim hennara heimi á Heyggi.
Tvær áhugaverdar áskriftir við 63 – ára millumbili. Hin fyrra frá 1895, tá gamli skúli á Toftum var tikin í brúk, og hin seinna í 1958, tá sami skúli var latin aftur.



