Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.08.2026 11:59

Clickhaze spælir tvær konsertir afturat

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Tíðindaskriv

Clickhaze boðar frá tveimum konsertum í september.

Eftir ein steðg í 23 ár spældi Clickhaze sína fyrstu konsert aftur á G! Festivalinum í summar. Nú boðar bólkurin frá tveimum konsertum afturat.

Fríggjakvøldið 4. september spælir Clickhaze í OY í Havn, og leygarkvøldið 5. september spælir bólkurin konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, hendan seinna framførslan er partur av árligu Mentanardøgunum.

Talan er um tvey serstøk høvi at uppliva bólkin aftur á palli.

Atgongumerkini fara til sølu fríggjadagin 14. august á middegi kl 12.00 á ávikavist oy.fo og mh.fo.

Spjaldur