Tiðindaskriv
í samband við at komandi útgávan hjá Eivør “Tungl” kemur út 16. oktober, kunngjørdi Eivør fyrr í vár konsert í Norðurlandahúsinum 17. oktober. Vegna stóran áhuga hava vit valt at seta eina eyka konsert á skránna tann 16. oktober. Atgongumerkini til hesa konsertina kunnu nú keypast á NLH.fo
Hetta verður fyrsta konsertin í longu konsert røðini, ið liggur fyri framman í sambandi við nýggju útgávuna. Konsertferðin spennir víða. Fyrst Norðurlandahúsið og síðan verður farið til Íslands – annað heimið hjá Eivør – har Eivør hevur eina konsert í Eldborg, og harnæst verður farið til USA. Í februar heldur konsertrøðin fram, og tá er talan um eina umfatandi konsertferð um stóran part av Europa.
Um útgávuna greiðir Eivør soleiðis frá :
“Hendan útgávan stendur hjarta mínum sera nær og eg gleði meg ótrúliga nógv at hátíðarhalda nýggju útgávuna á heimavølli saman við tykkum og júst í Norðurlandahúsinum. Tað er altíð nakað heilt serligt fyri meg at spæla her heima á klettunum”.
Eivør greiðir víðari frá :
Nýggja útgávan ber heitið “Tungl”, og hon er á mangan hátt sprottin víðari úr míni seinastu útgávu “Enn”, ið kom út í 2024. ímeðan “Enn” skoðar úteftir, og leitar eftir vón og ljósglottum í einum annars myrkum heimi, so hyggur nýggja útgávan “Tungl” kanska meira inneftir. Inn í tað sárbara, eyma og menniskjasliga. Heitið Tungl er eitt gamalt føroyskt og fornnorrønt orð fyri mánan – okkara trúfasti ljósberi í náttini.”
Longu nú ber til at hoyra tvey av løgunum á nýggju útgávuni. Tað eru løgini “Healer” og “Drekafljóð”, ið eru útgivin sum stakløg, umframt at tað eisini eru gjørd video til bæði løgini. Ikki kann sigast annað enn, at tað vit higartil hava sæð boðar frá góðum, og vit kunnu gleða okkum til meira, tí longu tann 19. august kemur triðja staklagið út.
Síggj video her:
Healer: https://www.youtube.com/watch?v=RXkDNKS9q5k
Drekafljóð: https://www.youtube.com/watch?v=xwxgGrPnzPU
Tilber at keypa nýggju útgávuna á konsertini í Norðurlandhúsinum, men fært tú ikki verið har, ber til at frammanundan bíleggja útgávuna her: https://eivor.bfan.link/tungl.yde