Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.08.2026 06:59

Veðrið: Mikudagin 12. august

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður, í støðum mjørki. Út á seinnapartin longri ímillum ælini, tó framvegis tám ella mjørki í støðum. Í kvøld frískt lot til frískan vind milluim sunnan og útsynning, 5 til 10 m/s. Skýggjað, í støðum tám ella møjrki og driv ella okkurt ælið, men aðrastaðnis bert hálvskýggjað og yvirhøvur turt, mest norðanfyri. 

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind millum sunnan og útsynning, 5 til 10 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið 11 til 15 stig.

Sólarris: 05:20 Sólsetur: 21:41