Eyp grein
Tá tosað verður um føroyska fiskivinnusøgu, verður ofta hugsað um stóru framstigini í Føroyum. Men ein av mest sermerktu søgunum fór í veruleikanum fram fleiri hundrað sjómíl vestan fyri Føroyar – í Grønlandi. Har bygdu føroyingar upp eitt av týdningarmestu fiskivinnuvirkjunum í Norðuratlantshavi: Nordafar.
Nordafar sum hevur navn eftir teimum trimum londunum: Norra, Danmark og Føroyum.
Hjá nógvum eldri føroyingum vekir hetta navnið enn sterkar kenslur. Nordafar var ikki bara eitt arbeiðspláss. Tað var eitt føroyskt samfelag í Grønlandi, har hundraðtals føroyingar funnu sær arbeiði og eina framtíð.
Tá Nordafar stongdi í 1980-árunum, endaði ikki bara eitt vinnuævintýr. Eftir stóð eitt stórt ídnaðarøki við havnaløgum, virkisbygningum, verkstøðum, oljutangum, maskinum og øðrum útbúnaði. Tað, sum einaferð var eitt av størstu føroysku vinnuvirkjunum uttanlands, er í dag eitt av størstu niðurløgdu ídnaðarøkjunum í Grønlandi.
Náttúran hevur í áratíggju sett síni spor. Vindur, frost, kavi og saltvatn hava gjørt sítt. Fleiri bygningar eru rapaðir saman, tak eru fokin av, hópin av brotnum rútum, alskins burturkast sløðist allastaðni og nógv av jarninum er illa rustað. Kortini standa fleiri av stóru bygningunum enn sum tóm minnismerki um eitt vinnusamfelag, ið einaferð hevði fleiri hundrað arbeiðspláss.

Byrjanin
Í 1920-árunum høvdu føroyingar fingið loyvi at fiska í ávísum økjum við Grønland. Fiskiskapurin vaks skjótt, og Føroyingahavnin (Færingehavn), umleið 50 kilometrar sunnan fyri Nuuk, gjørdist nú miðdepilin hjá føroyskum útróðrarmonnum.
Í 1953 varð felagið Nordafar stovnað í samstarvi millum føroysk, norsk og donsk vinnulívsfólk. Málið var at byggja eina nýmótans fiskivinnustøð, sum kundi taka ímóti teimum vaksandi fiskanøgdunum og samstundis veita tænastur til skip og útróðrarbátar.
Eftir fáum árum vaks Nordafar til eina sera framkomna fiskivinnustøð við stórum havnaløgum, frystigoymslum, saltgoymslum, flakavirkið, smiðjum, goymslum, handli, bústøðum og sjómansheimi.
Eitt lítið samfelag, sum varð bygt upp rundanum fiskivinnuna. Meðan ísurin hevði slept takinum um várið og summarið, var sera nógv virksemið á staðnum. Skip komu bæði úr Føroyum, Grønlandi, Norra, Spania, Portugal og fleiri øðrum londum við veiðu, og farmaskip sigldu javnan inn við útgerð og fóru út aftur við fiski.

Føroysku útróðrarmenninir
Fyri hundraðtals ungar føroyingar gjørdist Grønland ein møguleiki.
Hvørt summar fóru menn úr øllum Føroyum við opnum bátum til Grønlands at rógva út. Arbeiðið var hart og dagarnir langir, men inntøkan var nógv betri enn heima í Føroyum.
Mong hava síðani greitt frá, hvussu tey livdu undir einføldum umstøðum, men eisini hvussu sterkt samanhaldið var millum fólkini. Søgan um Nordafar er tí eisini søgan um eitt heilt ættarlið av føroyskum fiskimonnum, sum við dirvi fóru út í ókenda heimin at vinna sær fyri lívsins uppihald..
1950- og serliga 1960-árini vóru gulløldin hjá Nordafar.
Tá virksemið var størst, kom dagliga veiða frá meira enn 1.000 fiskimonnum. Yvir 200 fólk arbeiddu á landi við at flekja, frysta, salta og viðlíkahalda útgerð o.a.

Føroyskir eigarar
Við árunum broyttist eigaraskapurin á Nordafar grundleggjandi.
Tá norskir og aðrir partaeigarar fóru úr felagnum, keyptu føroysk feløg seg inn, og í 1975 vóru føroyingar einastu eigarar av Nordafar.
Føroyingar høvdu tá tikið ábyrgdina av einum av størstu fiskivinnuvirkjum í Grønlandi.
Men seint í 1970-árunum minkaði toskastovnurin skjótt. Tað, sum hevði verið grundarlagið undir allari vinnuni, nærum hvarv yvir nátt.
Nordafar royndi at leggja virksemið um til rækjuvinnu, men tað megnaði ikki at endurreisa raksturin. Føroyska landsstýrið veitti fleiri ferðir fíggjarligan stuðul, tí Nordafar hevði stóran týdning fyri føroyska búskapin. Kortini vóru treytirnar ov truplar.
Í 1980-árunum vóru samráðingar um at halda fram við virkseminum í samstarvi millum Føroyar og Grønland, men tær samráðingarnar bóru ikki á mál.
Virksemið steðgaði tí, og felagið fór seinni á húsagang. Og hava bygningarnir staðið tómir líka síðani tá.
Umhvørvisligar avbjóðingar
Spurningurin er tí ikki bara estetiskur ella søguligur. Tað snýr seg eisini í stóran mun um umhvørvið.
Í mong ár hevur verið stúrt fyri, at gamlir oljutangar, kemikaliuleivdir, byggitilfar og annað burturkast kann hava neiliga ávirkan á náttúruna. Tí hava bæði grønlendskir og føroyskir myndugleikar viðgingið, at tørvur er á einari skipaðari meting av umhvørvisváðanum og møguligari upprudding.
Samstundis er staðurin søguliga sera virðismikil. Fleiri halda, at partar av Nordafar eiga at verða varðveittir sum eitt vinnusøguligt minnismerki, meðan annað eigur at verða tikið burtur av umhvørvisligum orsøkum. Tað ger avgerðina um upprudding enn truplari.

Hvør hevur ábyrgdina?
Júst hesin spurningurin hevur í nógv ár verið størsta forðingin fyri einari loysn.
Bygningarnir standa á grønlendskari jørð, men teir flestu vórðu bygdir og riknir av privatum føroyskum feløgum. Tí hevur Føroya landsstýri fleiri ferðir víst á, at talan formliga er um privatar ognir í Grønlandi, og at føroyski landskassin tí ikki hevur eina lógarásetta skyldu at rinda fyri uppruddingina. Samstundis hevur Grønland lagt dent á, at støðan eigur at loysast, tí talan er um føroyskar bygningar sum teir eru rýmdir frá.
Í 2016 settu Føroyar og Grønland ein felags arbeiðsbólk at kanna støðuna. Endamálið var at kortleggja eigaraviðurskiftini, umhvørvisváðan og møguleikarnar fyri upprudding. Men enn er einki nevnivert hent síðani.
Politisk togtogan í áratíggju
Sæð úr einum føroyskum sjónarhorni kann tað tykjast, sum málið hevur verið skumpað framman fyri seg sum ein kavabóltur í nógv ár.
Politikarar bæði í Føroyum og Grønlandi hava javnan sagt, at okkurt eigur at verða gjørt, men ítøkilig úrslit hava verið fá. Tað hevur verið tosað um kanningar, frágreiðingar og arbeiðsbólkar, men sjálv uppruddingin er í stóran mun framvegis ikki framd.
Hetta hevur elvt til atfinningar úr báðum londum. Summi halda, at Føroyar eiga at taka eina størri moralska ábyrgd fyri eitt vinnuævintýr, sum skapti stór virði til føroyska samfelagið. Meðan onnur vísa á, at tað hevði verið óvanligt, um ein landskassi skuldi rinda fyri upprudding hjá privatum fyritøkum, sum fóru av knóranum fyri mongum áratíggjum síðani.

Eitt opið sár í felags søguni
Nordafar er framvegis eitt sterkt tekin um føroyskan framtaksanda. Men staðurin er eisini ein áminning um, at stór vinnuævintýr hava eina ábyrgd, eisini tá tey enda.
Meðan bygningarnir spakuliga rapa saman, gerst spurningurin alsamt meira átrokandi: Skal staðurin ruddast fullkomiliga, skal nakað varðveitast sum vinnusøguligt mentanarminni, ella skal náttúran fáa loyvi at taka alt aftur?
Tað er ein avgerð, sum krevur samstarv millum Grønland, Føroyar, møguligar eigarar og umhvørvismyndugleikar. Higartil hevur eingin einstakur myndugleiki tikið fulla ábyrgd, og tí stendur Nordafar enn sum eitt óloyst mál í felags søguni hjá Føroyum og Grønlandi.

Myndirnar eru brúktar við loyvið frá myndaeigaranum George Willis.
Keldur:
Nordafar – Aalisartunut talittarfikoq – Abandoned fishing port
Sermitsiaq – Grønland risikerer at hænge på stor millionregning
KVF – Fara nú at rudda Føroyingahavnina
KVF – Tá Grønland bjargaði Føroyum
KVF- Kostar 23 milliónir at rudda føroyingahavnina