Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.09.2026 13:06

Útnorðurdagur er í dag

Mynd: Løgtingið

Løgtingið

Í dag, 23. september, er Útnorðurdagur. Hetta er dagurin hjá millumtingafelagsskapinum Útnorðurráðnum. Útnorðurráðið varð sett á stovn í Nuuk í Grønlandi 24. septembur 1985.

Endamálið við Útnorðurráðnum er at samstarva um felags áhugamál og at verja tilfeingi og mentan í útnorðri.

Í Útnorðurráðnum eru 18 tinglimir, seks úr hvørjum av teimum trimum londunum: Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Londini skiftast um at hava formansskapin í eitt ár í senn. Føroyar hava formansskapin í virksemisárinum 2026/2027, og formaður er Jørgen Niclasen. Pipaluk Lynge úr Grønlandi er næstforkvinna, og Jón Gnarr úr Íslandi er annar næstformaður. Í føroysku sendinevndini eru Jørgen Niclasen, formaður; Sámal Petur í Grund, næstformaður, Súsanna Bertholdsen, Hermann Samuelsen, Bjarni Hammer og Ruth Vang.

Útnorðurráðið hittist regluliga tvær ferðir um árið: á ársfundinum, ið vanliga verður hildin um mánaðarskiftið august/septembur, og á evnisráðstevnuni, ið vanliga verður hildin síðst í januar. Á hesum fundum verður sjóneykan sett á ávís evni, sum hava felags áhuga fyri londini í útnorðri. Evnið hjá Útnorðurráðnum fyri virksemisárið 2026/2027 er „Geopolitiska støðan í Norðuratlantshavi“, ið er eitt sera viðkomandi evni í hesum døgum.

Útnorðurráðið hevur eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum og Arktisku Tingnevndini (SCPAR). Harumframt hevur Útnorðurráðið tætt samstarv við Norðurlandaráðið og hittist eina ferð um árið á fundi við D-EEA-nevndina hjá ES-tinginum.

Útnorðurdagurin í Norðurlandahúsinum 

Á Útnorðurdegnum í ár verður sjóneykan sett á Silver Economy, ella tað sonevnda gráa gullið, her í Føroyum. Alment tiltak verður í Norðurlandahúsinum í dag kl. 16.00 við luttøku av einum umboði fyri Nordland fylkeskommune, sum er verkætlanarleiðari í NORA-verkætlanini Seniorer – NORAs guldreserver. Verkætlanin kannar, hvussu vitan, royndir og arbeiðsmegi hjá eldri kunnu koma betur til sín rætt til gagns fyri tann einstaka, vinnulívið og samfelagið sum heild.

Aftan á verður pallborðsorðaskifti við luttøku av millum øðrum Súsannu Bertholdsen, tingkvinnu og limi í føroysku sendinevndini í Útnorðurráðnum. Eisini fer Kári P. at framføra nøkur løg.

Útnorðurdagurin byggir á samtykt í Útnorðurráðnum og verður markeraður á ymiskan hátt í teimum trimum londunum á hvørjum ári. Eins og siðvenja er, veittrar Løgtingið við teimum trimum útnorðurfløggunum á Útnorðurdegnum.