Lesarabræv
“Ideologi er noget bras” segði Poul Schlüter statsministari á sinni. Hesi orð hava sjáldan verið sannari enn í dag, nú hugsjónir í alsamt størri mun verða settar upp ímóti hvørjum øðrum uttan stórvegis atlit til veruleikan. Undir kalda krígnum, tá ið Schlüter floygdi hesi orð, høvdu hugsjónir hóast alt eitt sterkt býtispolitisk kjølfesti, men í dag eru tær alsamt meiri konstrueraðar og veruleikafjarar.
Vit hoyra javnan vinstravend ákæra høgravend og høgravend ákæra vinstravend, ofta við strámansargumentum heldur enn faktuelt grundaðum argumentum. Av hesi orsøk hava báðir partar lyndi til at førka seg burtur frá veruleikanum og leita niður í alskyns haruholur. Her eru nøkur dømi:
- Vinstravend ynskja at niðurbróta tjóðskaparliga samleikan og samanhangsmáttin við at skifta tjóðskaparligan stoltleika út við sjálvshatur og sjálvsatfinningar. Hinvegin reagera tey høgravendu við ógvusligari nationalismu, sjálvsgleði og sjálvshálovan.
- Vinstravend ynskja at gera søguna til eina skuldartyngjandi byrðu og eina ringa samvitsku við at geva yngri ættarliðum eina fatan av, at okkara samfelag er bygt á eyðræning av umhvørvinum og menningarlondum. Hinvegin reagera tey høgravendu við eini nationalistiskari romantisering av søguni og hetjugerð av forfedrum, ofta við sterkum nostalgiskum undirtónum.
- Vinstravend ynskja at niðurbróta vesturlendsku sivilisatiónina við áhaldandi at vísa á egnar feilir, ímeðan aðrar mentanir verða sæddar sum ein ríkan, ið elvir til eitt fjølmentað samfelag og við tíðini ein heim uttan landamørk. Høgravend reagera hinvegin við at verja sína egnu mentan, styrkja landamørkini, soleiðis at forðast kann fyri óynsktari tilflyting og ynskja enntá at senda tilflytarar úr aftur landinum – ofta við illa duldum fremmandahatri.
- Vinstravend ynskja at niðurbróta kristnu virðini, soleiðis at einhvør kann velja sær síni egnu virði eftir egnum tørvi, samstundis sum tey ynskja at styrkja Islam. Høgravend reagera hinvegin við at radikalisera kristin virði, gerast meiri konservativ og gerast serliga atfinningarsom ímóti Islam.
- Vinstravend ynskja at niðurbróta familjuna til frama fyri einstaklingin, soleiðis at tað ikki longur verður ynskiligt at fáa nógv børn, eins og fosturtøka og “deyðshjálp” til foreldur verða normaliserað. Høgravend reagera hinvegin við at fáa fleiri børn, taka frástøðu frá fosturtøku/deyðshjálp og ynskja at styrkja bondini millum ættarliðini – ofta grundað á nostalgi.
- Vinstravend ynskja at styrkja statsligu vælferðina, soleiðis at fólk gerast bundin at statsligum veitingum og venda sær burtur frá ynskinum um at klára seg sjálvi. Høgravend reagera hinvegin við at styrkja familju og fríviljaðar felagsskapir, heita á fólk um at taka ábyrgd fyri sær sjálvum og avvarðandi, ofta við einum undirtóna av, at kvinnurnar skulu hava høvuðsábyrgd av heiminum.
- Vinstravend ynskja at niðurbróta kapitalismuna við høgum skattatrýsti, stórari regulering og flyting av virðum frá ríkum til fátøk. Høgravend reagera hinvegin við at lækka skatt og regulering, soleiðis at fólk og fyritøkur framhaldandi vilja taka váða á seg, eru sjálvsøkin arbeiðsgev, ið kradda inn undir seg uttan atlit til umhvørvið.
- Vinstravend ynskja at niðurbróta meritokratiið, soleiðis at fólk verða sett í starv eftir teirra samleika, t.d. húðarliti, kyni og førleikamissi, heldur enn eftir teirra prógvaða dugnaskapi. Høgravend reagera hinvegin við at taka frástøðu ímóti javnstøðu og síggja fjølbroytni og inklusión sum eina niðurlaging av kappingarføra samfelagnum, ið júst hevur tørv á at fólk ganga í takt.
- Vinstravend ynskja at avmarka talufrælsið gjøgnum sonevndan “cancel culture” og politiska korrektheit, ið forða fyri at óynskt sjónarmið sleppa framat. Høgravend reagera hinvegin við rasistiskum, nationalistiskum og øðrum hatskum og stereotypiserandi útsagnum.
Soleiðis bylgjar hendan “konstruktiónin” aftur og fram og elvir til alsamt størri polariering í samfelagnum. Høgra og vinstra er farið frá at snúgva seg um býtispolitikk til at snúgva seg um alskyns onnur virði. Dømini í hesi grein vísa hvussu partarnir demonisera hvønn annan heldur enn at skilja hvørs annans sjónarmið.
Hugsjónir eru nakað bras, serliga tá ið tær mest av øllum snúgva seg um at taka frástøðu frá hvørjum øðrum og polarisera samfelagið. Vit síggja hetta bæði í USA og nógvastaðni í Europa, m.a. Í Týsklandi, har “skilagóða miðjan” hevur mist fótafestið og høgravíðgongdir og vinstravíðgongdir flokkar hava viðrák. Hesir víðgongdu flokkar kunnu partvíst ákæra miðjuna fyri atgerðaloysi, men styrkja eisini hvønn annan við at taka frástøðu frá hvørjum øðrum, soleiðis at politikkur verður alsamt meiri svart-hvítur, alsamt meiri antin-ella, alsamt meiri fíggindaligur.
Sum oftast eru tað tey vinstravendu, ið eru “aktivistisk”, imeðan tey høgravendu eru “reaktioner”. Hetta er ikki altíð so, men í stóran mun eru tað tey vinstravendu, ið taka inititativið, ímeðan tey høgravendu verja borg. Hetta hevur sum heild flutt “diskursin” rættiliga langt til vinstru seinastu nógvu áratíggjuni, men seinast árini hava vit sæð eitt ógvusligt mótrák aftur til høgru. Trýst elvir til móttrýst, bæði í politikki og veðri, men jú meiri polariseraðar hugsjónirnar verða, tess ógvusligari verður trýstútlíkningin. Tað hevði verið betri, um færri dyrkaðu víðgongdar hugsjónir og fleiri søktu inn ímóti pragmatisku miðjuni, men tað sær bara út til at gerast verri.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur