Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.08.2026 09:16

Veðrið: Leygardagin 8. august

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, ið sum frá líður gongur vesturum til útsynning og veksur til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Samdrigið og regn sunnaneftir. Móti kvøldinum hálvskýggjað og sum frá líður bert okkurt ælið, út á kvøldið minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. 

Fyrraparrtin í morgin frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, sum frá líður hækkandi í útnyrðing. Skýggjað og ælaveður, stundum regn. Hitin alt samdøgrið 9 til 13 stig.

Sólarris: 05:09 Sólsetur: 21:53