Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.08.2026 13:25

Vón Arctic – nýggjasta skipið hjá SANDSHIP í Fuglafirði

Vón Arctic. Mynd: SANDSHIP

Nýggjasta skipið hjá SANDSHIP samtakinum hevur lasta alifóður frá Biomar í Norra og skal nú lossast í Íslandi.

Sáttmálið er gjørdur um regluliga sigling ímillum Norra, Ísland og Skottland við alifóðri.

Felagið upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at tað er sera væl nøgd við skipið, sum seinastu 5 mánaðirnar hevur verið til umbygging í Póllandi.

Skipið er bygt í 2010 og lastar 2.500 tons av fiskafóðri. 

Vón Arctic hevur fingið nýmótans spariskipan frá Emerson ísetta, sum stýrir motori og skrúvu á tann hátt, at hetta altíð siglir soleiðis at CO2 úlátið er minst møguligt.

Skipanin kostaði uml. 2 milliónir krónur, men minkar samstundis oljunýtsluna við 10 – 20 % um árið.

Sostatt er Vón Arctic eitt tað “grønasta” fóðurskipið á marknaðinum, tá rokna verður CO2 pr. tons alifóður flutt, pr. nautiskar sjómíl. 

Vón Arctic er sætta skipið hjá felagnum í Fuglafirði. Hini fimm eru: Vón Feeder, Vestland, Vitin, Vestborg og Sandfrakt.

Les eisini: SANDSHIP keypir enn eitt farmaskip

Mynd; SANDSHIP