Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.08.2026 22:29

Føroyameistaraheitið í Býarsúkkling

Mynd: Sersambandið fyri súkkling og triathlon

Tíðindaskriv/Sersambandið fyri súkkling og triathlon

“Á Ólavsøku bleiv kappast í Býarsúkkling – um føroyameistaraheitið í Býarsúkkling. Kappast bleiv í Vágsbotn, hjartanum í høvuðsstaðnum. 

Startur og mál var við standmyndina av Nólsoyar Páll. Ein teinur á góðar 700 metrar bleiv súkklaður, og gekk leiðin niðaneftir Gríms Kambansgøtu, oman eftir Sigmundargøtu, og síðan oman á Vágsbotn, og yvir á mál við tjóðarhetju okkara.

Uppmøtingin var góð og veðrið at kappast var somuleiðis gott. Kappast bleiv millum ungdómar, kvinnur og menn.

Kvinnur súkklaðu í 30 minuttir, og síðan tvey umfør. Mennirnir súkklaðu 40 minuttir og somuleiðis tvey umfør.

Tað gingu ikki nógvir minittur so settu Pauli Poulsen og Konstantinos Garoflos, báðir úr felagnum Troy, ferðina upp, og súkklarar mistu tá hjólið hjá Paula og Konstantinos niðan tungu brekkuna, niðan móti Samkeyp á Sigmundargøtu.

Aðrir royndu at halda tørn. Bergtór Thorsteinsson og Jákup Petur Eliassen teljast somuleiðis millum okkara sterkastu súkklarar, og teir royndu alt teir vóru mentir at koyra Paula og Konstantinos inn aftur. Eisini Hilmar Hansen og Bogi Gregersen koyrdu á.

Klokkan ringdi tá 40 minuttir vóru farnir, og nú vóru bara tvey umfør eftir hjá Paula og Konstantinos, sum høvdu lagt allir hinar kappingarneytarnar afturum. Føroyameistarin 2026 skuldi finnast, og hesin bleiv ikki funnin fyrr enn endaspurtruin var av. Tað var sera tætt millum Troy súkklararnar. Pauli átti munin og vann við bert einum brøkparti av einum sekundi.

Tríggjar kvinnur kappaðust um føroyameistaraheitið. Allar vóru tær javnt sterkar, men átti Rigmor Kølleskov munin, og fekk tíðliga í kappingini lagt seg á odda, har hon helt seg til klokkan eisini ringdi fyri, at nú hevði hon ”bert” tvey umfør eftir. Ein tryggur sigur hjá Rigmor.

Meira spenningur var í kappingini um silvurheiðursmerkið. Mai-Britt Svalbard Hansen lá leingi á einum tryggum 2. plássi. Hesa støðu bardist Mai-Britt fyri at halda, og hesa støðu bardist Bjørg Árnadóttir fyri at broyta. Tað styttist millum tær, nú finaluumførini skjótt skuldu súkklast. Tá avtornaði vóru bert 17 sekund millum tær báðar, millum silvurið og bronsuna.

Tvey ungdómar luttóku. Jónatan Gregersen og Benjamin Crooks. Báðir hava teir ment seg nógv síðan hesir ungu garpar byrjaðu súkklingina.

Næsta kapping verður um góðar tríggjar vikur. Tann 19. august byrjar stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar 2026.

Úrslit frá FM í Býarsúkkling sæst her:

https://my.raceresult.com/413037/results

Myndir: Sersambandið fyri súkkling og triathlon