Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.08.2026 17:02

Annfinn vann Lions-málning

Her sæst 10 ára gamli Jógvan saman við pápa sínum, Annfinni Hjelm í Havn, við Kára Svensson-málninginum, ið pápin var so heppin at vinna á ólavsøkuframsýningini hjá Lions Tórshavn í Müllers pakkhúsi

Tíðindaskriv/ Lions Tórshavn

Aftur í ár hevði Lions Tórshavn eina væleydnaða listaframsýning í Müllers pakkhúsi á ólavsøku, har nógv fólk komu inn á gólvið og mong listaverk vórðu seld. Tann eini gesturin var serstakliga heppin.

Sum vant læt ólavsøkuframsýningin hjá Lions upp 27. juli og var opin bæði ólavsøkuaftan, ólavsøkudag og dagin eftir ólavsøku. Millum listaverkini, ið kundu síggjast, var eisini ein málningur eftir Kára Svensson, ið øll tey vitjandi kundu vinna.

Tá ið listaframsýningin læt aftur hóskvøldið 30. juli, var lutakast millum øll atgongumerkini. Tey vitjandi kundu skriva navn og telefonnummar á atgongumerkið og leggja tað í ein “atkvøðukassa”, har tey lógu, til lutakastið var og tað eina atgongumerkið varð tikið úr kassanum.

Tann hepni vinnarin av málninginum, ið varð lutaður burtur hesa ferð, var Annfinn Hjelm úr Havn. Hann hevur longu fingið málningin, sum hann saman við 10 ára gamla soninum Jógvani var og heintaði hóskvøldið.

Ágóðin frá ólavsøkuframsýningini fer til vælgerðarendamál, og í sambandi við at Lions Tórshavn í heyst hátíðarheldur 60 ára stovningardagin, verða latnar fleiri stuðulsveitingar, og millum annað er ágóðin frá ólavsøkuni við til at fíggja hesar veitingar.

Lions Tórshavn takkar øllum, sum stukku inn á gólvið og øllum teimum dugnaligu listafólkunum, sum aftur í ár settu sín dám á framsýningina við sínum listaverkum. Eisini fáa tey eina tøkk, ið ognaðu sær listaverk á framsýningin, tí eisini tað er eitt gott íkast til ágóðan frá framsýningini.