Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.08.2026 13:05

Tá smádrongurin datt úr kirkjutorninum

Kirkjan í Leirvík, har smádrongurin datt niður av trappuni áveg upp í tornið.

Eyp grein

Ein áhugaverd hending, sum mundi enda í einum sorgarleiki, hendi í Leirvík fyri umleið 120 árum síðani, tá ið ein smádrongur úr Leirvík, var áhalsin á veg upp í kirkjutornið.

Søgan er ongantíð fortald alment, men bleiv av dóttir hendan smádrongin, skrivað niður og hevur verið goymd í eini skuffu í mong ár. Men nú hava eftirkomarnir funnið fram hesa áhugaverdu søgu sum bert hevur livað á mannamunni millum bygdafólk í Leirvík og vilja fegin hava hana fortalda.

Ein av hesum eftirkomarunum, er Suni Justinussen, sum er langabbasonur hendan smádrongin. Og sum eisini er ommusonur, Malenu (Malla) Jacobsen, sum skrivaði hendingina niður. 

———————————————————————————–

Tað var ein heilt serligur morgun í Leirvík. Sjálvdan áður hevði verið so nógv lív og spenningur millum bygdafólkið sum júst hendan dagin, tá nýggja kirkjan skuldi vígast. 

Hendingin fór fram fyrsta sunnudag í advent, tann 1. desember í 1906. Hendan dagin skuldi Leirvíkar kirkja, sum tá júst varð liðugt bygd, vígast av Fríðriki Petersen prósti.

Fólk vóru tíðliga á fótum hendan morgunin. Í hvørjum húsi varð gjørt klárt til stóra dagin. Millum tey spentastu var ein lítil drongur, bert fimm ára gamli Sylverius Øregaard úr Leirvík. 

Hann hevði fingið eitt par av nýggjum tuflum, sum hann var ótrúliga errin av. Kvøldið fyri at kirkjan skuldi vígast, hevði hann sett tær við songina og hugt upp á tær aftur og aftur, áðrenn hann loksins sovnaði.

Longu áðrenn dagsljósið hevði víst seg, vaknaði hann.

– Mamma, hvussu nógv er klokkan? spurdi hann og setti seg upp í songina.

– Tað er alt ov tíðliga enn. – Legg teg aftur eina løtu. Tað er enn myrkt úti, segði mamman blíðliga.

Men tað var lættari sagt enn gjørt. Sylverius vendi og snaraði sær undir dýnuni. Hann hugsaði um kirkjuna, um alt fólkið, og serliga um nýggju tuflurnar.

Hvussu skuldi hann kunna sova, tá ið ein so stórur dagur bíðaði honum?

Endiliga kom løtan. Hann lat seg í síni fínu klæðir og sínar fínu tuflur. Inni í húsinum gekk tað rímiliga væl, men úti á óslætta vegnum vóru tuflurnar nógv truplari at ganga í. Hóast hetta gekk hann stoltur saman við familjuni í kirkju.

Tá tey komu fram, var mest sum øll bygdin savna. Øll, sum kundu ganga, vóru komin. Menn, kvinnur og børn, øll í sínum fínasta stási.

Kirkjuhurðarnar vórðu latnar upp og var tað ein vøkur sjón sum Sylverius og hini fingu at síggja. Hvítmálaðir veggir, blátt loft, og ein glitrandi ljósakrúna við livandi ljósum.

Men tað, sum Sylverius hevði mest hug á, var høga og vakra kirkjutornið.

Soleiðis sá kirkjan út í gomlum døgum. Mynd frá umleið 1910-12.

Hann hevði hoyrt, at klokkan skuldi sláa fyri fyrstu ferð henda dagin, og hann vildi so fegin vera so nær við sum gjørligt, tá hetta hendi.

Tá fólk fóru upp gjøgnum trongu trappuna í torninum, varð nógv trokan. Øll vildu sleppa at síggja og hoyra klokkuna. Sylverius kroysti seg varliga fram millum tey vaksnu. Hann kom hægri og hægri upp. Og næstan uppi, hendi vanlukkan.

Í allari trokanini misti hann fótafestið. Nýggju tuflurnar gluppu á trappuni, og datt hann útav trappuni. Og fallið var høgt.

Hann lá svímaður á gólvinum. Fólk róptu og vórðu skelkað. Blóðið rann úr nøsini á honum, og eingin fekk nakað svar frá honum.

Beiggi hansara, Poul Andrias Øregaard, sum bert var fjúrtan ára gamal tá ið hetta hendi, lyfti lítla beiggjan upp og bar hann skundisliga heim til hús.

Boð vórðu send eftir læknanum í Klaksvík. Men júst tá var læknin í Klaksvík deyður. Og tískil var eingin læknahjálp at heintað. 

Læknin talan hevur verið um hevur óivað verið tann kendi doktor Sophus, sum andaðist brádliga tann 31. oktober í 1906.

So tað var einki at gera. At fara úr Leirvík til Havnar við dronginum í einum árabáti á vetrardegi var ikki hugsingur um. So har var onki at gera, uttan at verða verandi í Leirvík og at leggja alt í Harrans hendur og bíða. 

Og Hann í øllum valdar hjálpti honum. Drongurin kom fyri seg og bleiv frískur aftur. 

Hann livdi til hann bleiv ein gamal maður. Hann doyði 5. februar 1985. Hann var tá 84 ára gamal.

Dóttir hansara Malena (Malla) Jacobsen í Leirvík festið hendingina niður á blað.

Sylverius Øregaard, í føroyskari troyggju, og Hans Petur Øregaard (Mynd: privat)