Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.08.2026 10:32

Veðrið: Leygardagin 1. august

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður, stundum grov æl, tó undan ættini skýggjað, onkur sólglotti og ælaveður.
Seinnapartin lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað, longri millum ælini og, mest undan ættini, sólglottar. 
Í kvøld og frameftir aftur frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s.
Í kvøld og í nátt samdrigið og ælaveður, stundum grov æl, tó undan ættini skýggjað og longri millum ælini.
Fyrrapartin í morgin sum frálíður skýggjað, yvirhøvur turt, og undan ættini sólglottar.
Hitin 8 til 11 stig.

Sólarris: 04:50 Sólsetur: 22:14