Dagar og nøvn í álmanakkanum
Germanus, doyði umleið 448. Føddur í Auxerre, sum er millim París og Dijon í Fraklandi. Var løgfrøðingur og fekk høgt starv sum embætismaður, men varð 40 ára gamal ímóti vilja sínum valdur til biskup í Auxerre. Varð sendur til Bretlands at virka ímóti trúarvillingum har og sagt verður, at hann setti á stovn biskupssætið fyri Suðuroyggjarnar og oynna Mon (Sodor and Man). Hann doyði í Ravenna í Italiu.
Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð