Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.07.2026 08:40

Veðrið: Týsdagin 28. juli

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.

Lítið lot norðan, sum líðandi lækkar niður í eystan, minni enn 5 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað.
Seinnapartin trilkar til frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina til samdrigið, og sum frá líður regn. 

Í kvøld frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í skrið, 18m/s. Samdrigið og samregn, í støðum nógv regn. 

Seinni í kvøld sunnanfyri, og eystanfyri, minkar vindurin niður til frískt lot til frískan vind, og støkkur eitt skiftið niður í sunnan, 5 til 10 m/s. Tað klárnar til skýggja, í støðum hálvskýggjað, og tað slítur í til ælaveður. Norðanfyri frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn.

Í nátt eystan og sunnanfyri frískt lot til frískan vind av landsynningi, men móti morgni gongur hann upp í landnyrðing, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Norðanfyri frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, sum líðandi gongur vestur í útnyrðing, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. 

Hitin 8 til 12 stig.

Spjaldur