Tíðindaskriv
Tvinnir vóru møguleikarnir, tá ið Niels Juel Arge fyri nøkrum árum síðani fann fram nakrar gamlar sangskitsur: Tveita tær burtur ella gera okkurt við tær. Valið fall á seinna møguleikan, og gevur hann nú út tvey stakløg.
Løgini eru á enskum og eita “Home” og “One of a Kind”. Tey verða givin út á Tutl Records og kunnu longu nú hoyrast her á youtube: Home og One of a Kind.
Í vikuskiftissendingini hjá KvF fríggjadagin greiddi Niels Juel frá, at hann hevur fleiri sangir liggjandi. Samrøðan kann hoyrast her: KvF-samrøða og byrjar á 37:00.
Hetta er fyrstu ferð, Niels Juel gevur út tónleik, og ljóðmynd hansara er helst litað av uppvøkstrinum í plátusavninum hjá Útvarpinum. Um sama mundið lærdi hann nakrar akkordir á guitaranum, sum er brúktur til at skriva sangirnar við.
Fyri upptøkunum og framleiðsluni stóð Uni Debess í Debess-studio og Finnur Hansen-studio. Manningin var hendan:
Orð og løg: Niels Juel Arge
Sangur: Niels Juel Arge
Guitar, bass, trummur, slagverk og ljómborð: Uni Debess
Ljómborð, orgul og wurlitzer: Finnur Hansen
Kór: Jens Marni Hansen
Sangvenjari: Lena Anderssen
Tekstráðgevi: Graham Stewart
Upptøkur, framleiðsla, tilrættislegging, ljóð- og høvuðsbland: Uni Debess
Upptøkuhølir: Debess-studio og Finnur Hansen-studio
Niels Juel hevur í mong ár verið tenorur í Tórshavnar Kamarkóri. Hann hevur vunnið altjóða masters-heiðursmerkir í vektlyfting og í havsvimjing saman við øðrum m.a svomið Sigmundar-túrin; Stóra Dímun/Sandvík og út á Flesjarnar/Munkin/Sumbiarstein.