Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.07.2026 10:16

26. juli: Anna

Mynd: Anna (vitlíki)

Dagar og nøvn í álmanakkanum

Anna. Hon var móðir Mariu moy og var gift við Jójakimi. Halgisøgan sigur frá, at tey komin upp í árini eingi børn fingu, og Jójakim rýmdi frá konuni. Men hann vendi heim aftur, tá ið ein eingil hevði boðað honum, at tey skuldu fáa barn. Og tá bar til.

Hebráiskt navn, ið merkir hin náðaða ella yndi.

Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð