Skála ÍF skrivar:
Vit eru fegin um at kunna boða frá, at Bjarti Thorleifsson hevur longt sáttmálan við Skála til og við 2027.
Bjarti spældi sín fyrsta dyst fyri besta mansliðið í mai 2021 og hevur síðani spælt 119 dystir og skorað 5 mál – harímillum tvær frísparksperlur hetta kappingarárið. Júst hvussu nógv assist tað er blivið til, hava vit tíverri ikki hagtøl fyri, men tey munnu ikki vera so fá eftir hondini, tá hugsað verður um góðu innleggini og ikki minst longu innkøstini. Tað er tó ikki bara í álopsspælinum, at Bjarti ger mun. Á høgra bakki er hann eisini kendur fyri at arbeiða ótroyttiliga í verjupartinum.
Bjarti hevur eisini gjørt so mikið um seg, at hann er úttikin til U21-landsliðið, sum í hesum umfari fer at spæla EM-undankappingardystir móti Estlandi, Luksemburg og Íslandi.
Vit gleða okkum at síggja Bjarta í appilsingulu troyggjuni restina av hesum kappingarárinum og eisini komandi kappingarár