Uttanríkis- og fiskimálaráðið
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum hevur seinastu dagarnar á ferðini í Brasil havt fundir við stjórnarumboð, umboð fyri Mercosur-londini og vinnuumboð. Eitt av høvuðsmálunum við ferðini hevur verið at umrøða møguleikan fyri at gera ein fríhandilssáttmála við Brasil og Mercosur.
Á fundi í uttanríkisráðnum við Roberto Abdalla, vararáðharra, varð umrøtt, hvussu eitt meira skipað handilssamstarv kann koma í lag, og hvussu Føroyar og Brasil kunnu fáa størri gagn av hvørjum øðrum. Á fundi við Edipo Araujo, fiskimálaráðharra, varð dentur lagdur á møguleikarnar fyri at styrkja samstarvið innan fiskivinnuøkið. Á fundi í landbúnaðarmálaráðnum við Cleber Soares, vararáðharra, varð góða samstarvið um heilsufrøðiliga sáttmálan umrøtt, sum er týdningarmikið grundarlag undir samhandli millum Føroyar og Brasil.
Ein annar umráðandi liður í tilgongdini er samstarvið við hini londini í Mercosur, Argentina, Uruguai og Paraguai. Tí hevur landsstýrismaðurin eisini hitt umboð fyri hesi. Á fundinum vórðu teirra sjónarmið løgd fram og víst varð á, hvussu Føroyar kunnu arbeiða víðari við málinum í Mercosur-skipanini.
Vinnumøguleikar vórðu eisini umrøddir á fundi við Floriano Pesaro, stjóra í ApexBrasil, ið samskipar inn- og útflutning hjá Brasil. Her varð tosað um brasilskar vinnugreinar og útflytarar, sum kunnu hava áhuga í føroyska marknaðinum, umframt hvussu føroyskar fyritøkur kunnu fáa betri atgongd til brasilska marknaðin, og hvussu handilin kann økjast báðar vegir.
Samanumtikið hevur ferðin í Brasil verið sera jalig, og tikið varð væl ímóti ynskinum úr Føroyum um at styrkja handilssamstarvið millum partarnar, við tí fyri eyga at gera ein fríhandilssáttmála.
Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.