Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður ella lætt regn. Seinnapartin okkurt ælið. Í kvøld frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt vestan og smá- ella hálvskýggjað. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Móti middegi dregur á luftina norðanífrá. Hitin 8 til 12 stig, í nátt niður í 6 stig í hæddunum.
Sólarris: 04:33 Sólsetur: 22:31