Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.07.2026 16:31

Nógvur vindur var í nátt

Hóast tað er hægst á summarinum, og vit hava havt satt summarveður seinastu vikurnar, so kann vánaligt veður tó arga hesa ársins tíð.

Soleiðis var í nátt, tá ið vindurin vaks og nakrar ógvsligar hvirlur vóru, sum eisini hava havt nakrir smáskaðar við sær.

M.a. við fótbóltsvøllin í Norðragøtu, var ein campingvognur tikin av eini hvirlu, og sum sæst á myndini, hevur hann fingið stóran skaða.

Myndir: Eyp.fo