Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.07.2026 07:25

25. juli: Jákupsdagur

Mynd: Jákup (vitlíki)

Dagar og nøvn í álmanakkanum

Jákupsdagur. Dagurin verður hildin til minnis um tann ápostulin, sum verður róptur Jákup tann eldri. Hann var sonur Sebedeusar og bróðir Jóhannesar. Hann var tann fyrsti av ápostlunum, sum varð tikin av døgum fyri trúgv sína (Ápostlasøgan 12, 1-2).

Týdningurin av navninum Jákup er ókendur, men teir halda, at tað upprunaliga kemur av einum orði, ið merkir Guð verjir.

Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð