Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Frískur vindur upp í strúk millum útsynning og vestan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og í støðum sirm og mjørki, serliga móti ættini; men kanska eisini onkur sólglotti, serliga undan ættini. Seinnapartin fer at regna. Í kvøld minkar hann vindin niður í lítið lot til frískt lot av útsynningi ella av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, samdrigið og regn. Í nátt hækkar ættin upp í norðan og hann veksur vindin upp í frískan vind ella strúk, 8 til 13 m/s, og framvegis samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin fer ættin í útnyrðing og tað slítur, tó sirm ella okkurt ælið í støðum móti ættini. Hitin í dag 10 til 14 stig, í nátt og fyrrapartin í morgin 8 til 12 stig.
Sólarris: 04:30 Sólsetur: 22:34