Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.07.2026 08:30

Matiné við Símun Hammer  (orgul) & Klara D. Hammer (floytu)

Tíðindaskriv

Komandi leygardag, 25. Juli, kl. 11.30 spæla Símun & Klara Hammer eina Matiné fyri Floytu og Orgul í Hoyvíkar kirkju.

Klara byrjaði at spæla floytu sum 11 ára gomul. Hon býr á Toftum og er virkin floytuleikari í landsorkestrinum og hevur seinastu árini eisini luttikið í tónlistakappingum við góðum úrslitum.

Á fljølbroyttu skránni verða m.a.verk eftir hesum tónaskøldum  framførd:

 – Naji Hakin 
 – Hans J. Højgaad
 – Kára Bæk
 – J.S.Bach
 – Camille Saint Saëns
 – Umframt egið verk.

Klara og Símun Hammer spæla regluliga saman – serliga í Gøtu kirkju, har Símun er fastur organistur, men eisini til onnur høvi.

Konsertin er partur av Summartónum 2026.