Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi, skrivað klokkan 08:25
Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s. Í støðum smáskýggjað, sól, og yvirhøvur turt, men nógva staðir mjørki og tám. Sum frálíður klárnar í støðum, mest eystanfyri, men nógva staðir framvegis lágt skýloft ella mjørki. Hitin 12 til 15 stig, í støðum upp í 18 stig.
Í nátt lot til frískt lot av útnyrðingini, 3 til 8 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað, møguliga mjørki, men í støðum, mest undan ættini, smáskýggjað ella klárt. Hitin í nátt millum 8 og 12 stig. Út á fyrrapartin í morgin 12 til 14 stig, í støðum upp í 17 stig.
Sólarris: 04:08 Sólsetur: 22:56
