Dagar og nøvn í álmanakkanum
Margreta, deyð umleið 300. Var úr Antiokia, og foreldurini vóru heiðin. Hon tók við kristnari trúgv. Av tí at hon ikki vildi lovast heidna herføraranum Olymbrias, varð hon hálshøgd.
Ein margretumessa hevur verið hildin.
Margreta merkir perla á griskum máli.
Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð
