Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.07.2026 11:47

Andrass Europameistari í hálvum Ironman

Mynd: Sersambandið fyri súkkling og triathlon

Tíðindaskriv/Sersambandið fyri súkkling og triathlon

Andrass Joensen vann gull og gjørdist europameistari í aldursbólkinum 60-64 ár, til EM í hálvum Ironman, sum varð hildið í Jönköping í Svøríki.

Kappingin fevndi um 1,9 km svimjing, 90 km súkkling og 21,1 km renning. 

Umstøðurnar vóru sera avbjóðandi við regni, toru og heglingi, men hóast truplu líkindini gjørdist kappingin bæði spennandi og jøvn.

Serliga teir síðstu kilometrarnir í renningini var hørð kapping um fremstu plássini, men Andrass megnaði at koma fyrstur á mál við flottu tíðini 4:44:19, bert 35 sekund frammanfyri týskaran, sum hevði ligið á odda stóran part av kappingini.

Myndir: Sersambandið fyri súkkling og triathlon