Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.07.2026 20:37

Janus Gunnarsson heiðraður við kongaligari medalju á 50 ára starvsdegnum

Tiðindaskriv

Janus Gunnarsson, sum hevur starvast hjá Poul Hansen í 50 ár, er í dag heiðraður við “Den Kongelige Belønningsmedalje”. 

Janus byrjaði á goymsluni í niðurløgdu eysturoyardeildini hjá Poul Hansen á Glyvrum í 1976. Seinni fór hann í læru hjá Krás sum slaktari. Eftir lokna læru gjørdist hann partur av sølutoyminum hjá Poul Hansen – og hevur verið tað líka síðani.

Á 50 ára starvsdegnum varð Janus heiðraður á eini serligari hátíðarløtu saman við starvsfeløgunum og sínum nærmastu. 

Starvsfelagin hjá Janusi, Finnbogi Danielsen, sum kann hátíðarhalda 55 ára starvsdag hjá Poul Hansen í august, helt eina røðu. Tað sama gjørdi Tony Rasmussen, stjóri hjá Poul Hansen. 

Poul Hansen fegnast um at kunna heiðra Janus Gunnarsson fyri drúgva og trúgva tænastu.