Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi.
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið, tó í støðum undan ættini hálvskýggjað. Ælaveður ella regn, men sum frálíður longri millum ælini.
Seinnapartin minkar vindurin til frískt lot til frískan vind, framvegis av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 9 til 14 stig.
Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot, framvegis av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað, okkurt ælið og í støðum møguliga mjørki. Hitin 8 til 12 stig.
Sólarris: 03:37 Sólsetur: 23:22
