Dagar og nøvn í álmanakkanum
Eleonora. Nú á døgum stendur í álmanakkanum bara Karolina Amalia, sum er navnið á eini drotning, og sum er komið inn í álmanakkan, eftir at teir í seytjandu øld gjørdu av at seta føðingardagarnar hjá kongum og drotningum við dagarnar i álmanakkanum. Men henda Karolina Amalia er eingin halgikona enn onnur kongalig. Fyrr stóð navnið Eleonora, men satt at siga vita vit einki um, hvør ið hon var.
Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð
