Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mánadagin á middegi.
Lítið lot sunnan, minni enn 6 m/s. Samdrigið, ælaveður, og mjørki, men sum líður út á fyrrapartin klárnar og tað slítur í.
Seinnapartin trilkar til frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt
Í kvøld frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Sum frálíður dregur á luftina og ælaveður. Hitin í dag 10 til 14 stig, í støðum undan ættini upp í 16 stig.
Í nátt og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.
Sólarris: 03:36 Sólsetur: 23:23
