Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.06.2026 10:13

Veðrið: Leygardagin 27. juni

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt, men fyrrapartin dregur á luftina sunnaneftir og tað fer at regna. Hitin 10 til 14 stig.
Í kvøld frískt lot til frískan vind, sum líðandi lækkar niður í sunnan, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður ella regn, í støðum møguliga mjørki. Í nátt framvegis samdrigið og ælaveður. Hitin 9 til 12 stig.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft, okkurt ælið, men sum frálíður yvirhøvur turt. Hitin 10 til 14 stig.

Sólarris: 03:35 Sólsetur: 23:24