G! festivalurin
Tey flestu munnu kenna lagið Espresso Macchiato, ið gjördist eitt satt hitt í Evropa eftir luttöku í Eurovision 2025.
Men Tommy Cash er avgjört meira enn Eurovision. Longu í 2016 fekk hann gjögnumbrot við lagnum Winaloto, og hann gjördist eitt altjóða kultnavn, langt áðrenn TikTok og Eurovision.
Tommy Cash hevur arbeitt saman við növnum, sum Charli XCX, Diplo, Boys Noize og Käärijä, og er kendur fyri sín heilt serliga stíl, har tónleikur, framförslulist og vitleyst skemt renna saman.
Vit gleða okkum at fáa estisku kultstjörnuna Tommy Cash á Götusand, á G! 16.–18. juli.
