Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi.
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar, men eisini okkurt ælið. Seinnapartin dregur á luftina. Hitin 8 til 12 stig, í støðum undan ættini upp í 14 stig.
Í kvøld lítið lot av útsynningi, sum frálíður snarar eystur í landsynning, minni enn 5 m/s. Samdrigið, í støðum mjørki, og ælaveður ella regn. Hitin í nátt millum 6 og 10 stig.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Samdrigið, í støðum mjørki, og ælaveður ella regn. Hitin 10 til 12 stig.
Sólarris: 03:32 Sólsetur: 23:25
